TT

Fjørðulist 2023

01.06.2023

Frítíðarskúlin hevur arbeitt ígjøgnum allan maimánað við evninum fjørðurin. 

Børnini hava verið í mølini og heinta ymiskt til teirra skulpturar og til at pynta frítíðarskúlan við.

Í kvøld, 1. juni, høvdu børnini framsýning fyri foreldrum (og øllum teimum, sum tey eru góð við).

Dagurin gekk so super væl, sigur Rakul Dahl, frá frítíðarskúlanum, og heldur fram. Listaverkini eru øll sermerkt, og hava hesi lítlu listafólkini siti hugagóð og hugtikin í teirra egnu verð á hesum 25x25cm træ-plattunum.

Sí myndir frá framsýningini niðanfyri. 



Deil á facebook