TT

Vegir stongdir í samband við Color Run

30.05.2023

Ónsdagin 31. mai klokkan 11.00 - 12.00 skipa Vágs skúli og Ítróttaháskúlin aftur fyri Color Run fyri næmingunum.

Í hesum sambandi verða nakrir vegir stongdir vestan fyri Gjógvará í áðurnevnda tíðarskeiðið. Talan er um hetta strekki: Kráarvegur, frá Laksá og niðan gjøgnum Gjógvaráveg til Gógvaráveg nr 11, haðani vestur eftir Bøgøtu og oman á Eiðisveg og Eiðisvegi nr. 19 og út til Misáveg. Sí viðfestu mynd.

 



Deil á facebook