TT

ENDURLÝSING - Vágs Kommuna søkir eftir leiðara til barna- og ungdómsøkið

24.05.2023

Vilt tú vera við til at skapa okra framtíð í einum mennandi og spælandi umhvørvi?

Barna- og ungdómsøkið hjá Vágs Kommunu verður nú deilt í tvær eindir. Hetta merkir, at okur skulu hava ein leiðara til nýggju eindina. Nýggja eindin fevnir um Sóljuna (børn í forskúlaaldri), frítíðarskúlan og ungdómshúsið. Sum leiðari kemur tú at hava ábyrgd av hesum stovnum, ið samanlagt fevna um eini 60 børn, tvær staðsetingar og 6 ársverk.

Nýggi leiðarin kemur at arbeiða í tøttum samstarvið við verandi leiðara á barna- og ungdómsøkinum og vil vísa til leiðaran í kommunalu umsitingini.

Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt.

Okur bjóða okra nýggja leiðara:

  • eitt áhugavert og sjálvstøðugt leiðarastarv við nógvum og fjølbroyttum avbjóðingum.
  • møguleika at seta sín dám á, hvussu tilboðið til børn og ung verður skipað.
  • at verða við til at skapa eitt trygt og gevandi tilboð til børn og ung.

Okur vænta tú, sum leiðari:

  • ert útbúgvin námsfrøðingur við møguligum leiðsluroyndum.
  • hevur greiðan leiðslusamleika.
  • hevur fíggjarligu- og námfrøðiliguábyrgdina á stovnunum.
  • hevur ábyrgdina av at tryggja, at stovnsvirksemið verður útint í samsvar við lógir, ásetingar og endamál.
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka rættar avgerðir.
  • hevur hugsjónir um virksemi ið rúmar bæði barnagarðsbørnum, frítíðarskúla og ungum.
  • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan arbeiðsdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum.
  • hevur góð evni at umstilla tjeg í einum broytiligum umhvørvi.
  • hevur eitt positivt, kveikjandi og framat lítandi lyndi.
  • hevur áræði at ganga nýggjar leiðir.
  • kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, foreldur og kommununa.
  • hevur lætt við at samskifta munnliga og skrivliga bæði innan og uttanhýsis.
  • hevur teldukunnleika á brúkarastøði.

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vágs Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsókn

Skrivlig umsókn saman við møguligum viðmælum og upplýsing um útbúgving og royndum skal verða Vágs Kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. juni 2023 klokkan 12.00. Umsóknin kann sendast til vagur@vagur.fo ella til Vágs Kommunu, Vágsvegur 30, 900 Vágur. Viðmerk umsóknina “Leiðari”.

Nærri kunning

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Petry H. Mortensen á telefon 73 30 08 ella petry@vagur.fo.