
Margit Stórá vitjar
22.05.2023
Í dag hava borgarstjórar í Suðuroynni havt vitjan av landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Margit Stóra.
Fundurin var á Seglloftinum, har umrøtt varð, hvussu heilsutænastur í nærumhvørvinum kunnu betrast.
Eftir fundin á Seglloftinum, varð fari suður til Vágs, har Margit Stórá vitjaði á Heilsumiðstøðini í Vági. Hon nýtti høvi at tosaði við Dorrit Bech Joensen, kommunulækna. Eisini tosaði Margit við Onnu Mariu úr Hørg Niclasen, sum arbeiðir í Økispsykiatriini í Suðuroynni.
Vágs Kommuna takka landstýriskvinnuni Margit Stórá við fylgi fyri vitjanina.