TT

Páskareggjaveiðan

31.03.2023

Aftur í ár verður páskareggjaveiða í Vági, har tey luttakandi kunnu vinna páskaregg frá Mariann Mikkjalsdóttir. Hesuferð hava okur 3 páskaregg at burturluta. Veiðan byrjar fríggjadagin 31. mars og endar onsmorgunin 5. apríl kl 9.00.

Páskareggjaveiðan verður á Minnisvarðaøkinum í Vági. Hugskotið er tað sama sum áður, men leisturin er eitt sindur øðrvísi. Í ár skullu luttakandi finna 5 steinar. Á hvørjum steini er mála ein bókstavur. Veiðan gongur út uppá at seta bókstavirnir saman og gita hvat orðið er.

Allir 5 steinarnir liggja lætt atkomuligir á Minnisvarðaøkinum. Tá veiðan er liðug, sendur man orðið, navn og telefon nummar inn umvegis hesa leinkju

Drigið verður millum øll tey innsendu onsdagin tann 5. apríl og vinnarnarnir verða kunngjørdir á Facebook-síðuni hjá Miðlatúni. Vinningarnir kunnu heintast í Miðlatúni frá kl 10.00 og fram til kl 16.00.


Deil á facebook