TT

Starvsfólk fingu endurnýggjað fyrstuhjálparaprógvið

28.03.2023

Fríggjadagin vóru starvsfólk hjá Vágs Kommunu á fyrstuhjálparaskeiðið hjá Reyða Krossi. Talan var um at endurnýggjað fyrstuhjálparaprógvini, sum starvsfólkini høvdu frammanundan.

Í 2021 skipaði Vágs Kommuna og Reyði Krossur Føroya fyri fyrstuhjálparaskeiðið til starvsfólk hjá kommununi. Tá fingu fleiri enn 50 starvsfólk prógv í fyrstuhjálp. Fríggjadagin nyttu fleiri av hesum starvsfólkunum høvið at endurnýggjað prógvið. Skeiðið innibar ástøðiliga undirvísing og at útinna fyrstuhjálp á dukkur, sum Reyði Krossur hevði við.

Vágs Kommuna er sera fegin um at hava fleiri fólk í starvið, ið kunnu fyrstuhjálp um so er, at ein ólukka hendir.

Visti tú av, at tað eru 7 hjartastartarar í Vágs kommunu og her á heimasíðuni ber til at síggja, hvar hjartastartararnir er? Á forsíðuni er ein snarvegur til yvirlitið yvir hjartastartar í Føroyum og tilber at síggja nærmastu hjartastartarnar í Vági.


Deil á facebook