TT

Kavarudding: Vágsvegur verður ruddaður

16.03.2023

Í dag, 16. mars, frá klokkan 13.30 verður Vágsvegur ruddaður fyri kava. Ruddað verður á kommunalavegnum og byrjað verður á Marknoyri og arbeitt verður vestur í gjøgnum bygdina.

Í samband við arbeiðið, so verða partar av Vágsvegi stongdir fyri ferðslu, so hvørt sum arbeiðið flytir seg í gjøgnum bygdina.

Vágs Kommuna heitur á bileigarar, um at fáa bilarnar av Vágsvegi og av kommunalum parkeringsplássum, meðan arbeiðið er í gongd.

Sum øllum kunnugt, so hevur nógvur kavi lagt seg og hetta hevur verið til stóran ampa bæði fyri bilar og fólk til gongu. Heitt verður á bilførarar og fólk til gongu um at ansað sær og taka atlit til umstøðurnar á og framvið kommunalu vegunum.

Í samband við arbeiðið kann koma fyri, at kavi kann fella inn á privatøkið


Deil á facebook