
Takk fyri ein væl vitjaðan eldradag
Í kavaveðrinum leygardagin leitaðu nógv fólk sær vestur í VB húsið, har Vágs Kommuna skipaði fyri eldradegi.
Leygardagin skipaði Vágs Kommuna fyri fyrsta av tveimum árligum eldradøgum. Dagurin varð hildin vesturi í VB húsinum. Byrjað varð við einum vælsmakkandi morgunmatarborðið og varaborgarstjórin, Erhard Joensen, bjóða øllum vælkomin. Eftir at Erhard hevði bjóða vælkomin var felagssangur við kórinum Orðið á Borðið og framløgur frá: Sonna Smith um suðuroyskamálførið; Sigurði Marner frá Styrki Fitness um rørslu og venjing sum 60+; og frá Arnfinni Bjarkhamar og Arnfinni Thomassen um staðarnøvnini í Vági.
Eldradagurin varð væl vitjaður - áleið 110-120 fólk vóru í VB húsinum.
Vágs Kommuna takkar øllum, sum møttu, og teimum, sum fyriskipaðu, løgdu fram og sum gjørdu eldradagin so hugnaligan.
Myndirnar hevur Theresa Kreutzmann tikið.








