TT

Starvslesandi í Vágs Kommunu

06.03.2023

1. mars byrjaði Tórður Arnfinnur Thomsen, sum starvslesandi í Vágs Kommunu.

Tórður skal í høvuðsheitum hyggja at menningarmøguleikum hjá Vágs Kommunu við atlitið til havnaøkið.

Tað hevur alstóran týdning, at okur, sum kommuna og kommuna í Suðuroynni, bjóða lesandi at fáa arbeiðsroyndir og møguleika at royna teirra ástøðiligu vitan av í praksis. Vágs Kommuna er stór, bæði hvat kommunan fevnir um og tá tað kemur til starvsfólkahóp. Tí er tað upplagt hjá lesandi at koma í starvsvenjing ella fáa eitt lestrarstarv í Vágs Kommunu. Tað er eisini sunt fyri kommununa, at fáa lesandi knýt at okum – tey hava nýggja vitan og ofta ein øðrvísi máta at síggja tingini uppá, sum bara kann gagna kommuni. Sigur borgarstjórin, Bjarni Johansen.

Vágs Kommuna luttók á Jobmatch í desember mánað, har kommunan leitaði eftir møguligum starvslesandi og lesandi, sum leitaðu eftir praktikplássum. Í millum prátini á Jobmatch-básinum var eitt prát við Tórður, sum endaði við at fáa eitt lestrarstarv.

Tórður er 26 ára gamal og búsitandi í Sandvík. Hann hevur eina Bachelor í International Business and International Relations frá Keele Univeristy í Onglandi. Eftir summarfrítíðina fer Tórður undir eina Master-útbúgving í International Business Management á University of Aberdeen í Skotlandi.


Deil á facebook