
Altjóða kvinnudagur í Ungdómshúsinum
05.03.2023
Ónsdagin 8. mars er altjóða kvinnudagur og hetta varpa tey í Ungdómshúsinum, UDB, ljós á.
Allar (ikki bara tey, sum vanligt ganga í UDB) kvinnur og gentur í øllum aldri eru vælkomnar. Upplagt er tí at takað systar, vinkonur, mammur, ommur, mostar, fastar, langommur, gummur, bonus mammur við inn á Vágsveg 7.
Á skrá er:
- Silja Egholm kemur at flætta hár hjá teimum, sum ynskja tað við lekkrum funky litum. (Hetta kostar 130 pr. høvd og krevur tilmelding). Silja byrjar klokkan 16:00.
- Evi Tausen kemur at syngja nøkur løg.
- Borðreit verður við salat og onkrum søtum - tær eldru gentunar hava ynskt sær kjøtsuppu við breyð.
Tey í UDB eru sera spent at bjóða øllum gentum á gátt ónsdagin. Pink er liturin og tað kemur at síggjast.Tiltakið (burtursæð frá hárflættingini) er ókeypis og tær nýtist ongar pengar at hava við.