TT

Virkin Vágur er av á hesum sinnið

02.03.2023

Gjárdagurin markeraði, at afturvendandi heilsuátakið hjá Vágs Kommunu og Fólkaheilsustýrinum er av á hesum sinnið.

Samanlagt hava tað verið áleið 92 tiltøk á skrá í Vági. Hetta eru tiltøk, sum Vágs Kommuna, ítróttarfeløg og einstaklingar hava skipað fyri. Tiltøkini hava fevnt um alt frá talv, dart, samankomstum, fyrilestrum og rørslu. Øll tiltøkini kunnu setast í samband við ABC-boðskapin hjá Fólkaheilsustýrinum, har atlit bæði er til sálarligu og kropsligu heilsuna.

Virkin Vágur leggur dent á, at fólk hjúkla um heilsuna á teirra egna hátt og at fólk gera tað, sum teimum tíma best. Samstundis setur Virkin Vágur sjóneykuna á tey mongu heilsutilboðini, sum eru í Vági.

Fyri at eggja fólki til at vera virkin, luttaka og deila boðskapin um Virkin Vágur og ABC fyri sálarliga heilsu – og eisini fyri at gera tað eitt sindur stuttligari, so hava tað verið ymiskar kappingar í februar mánað. Eisini varð sett eitt mál um at vágbingar kundu ganga ella renna 2.000 km í februar. Hetta málið náddist, og nógv fólk hava tikið lut í Virkin Vágur.

Vágs Kommuna takkar øllum, sum hava fyriskipað tiltøkini og teimum sum hava tikið lut í tiltøkunum og harvið gjørt Virkin Vágur til nakað serligt. Eisini ein tøkk til fyritøkurnar, sum stuðlaðu við vinningum til ymisku kappingarnar og tiltøkini.


Deil á facebook