TT

Eldradagurin verður í morgin

10.03.2023

Tað er í morgin, leygardagin 11. mars frá kl 11.00-14.00, at Vágs Kommuna skipar fyri eldradegi vesturi í VB húsinum.

Á skránni er brunsj frá Bakkanum, felagssangur við Orðið á Borðið og tónleikarum, upplegg frá Arnfinni Thomassen og Arnfinni Bjarkhamar um staðarnøvn í Vági. Sonni Smith hugleiður um suðuroyarmálførið og Sigurd Marnar Simonsen frá Styrki Fitness tosar um rørslu, tá man er blivin 60+.

Øll eru hjartaliga vælkomin og tað er ókeypis atgongd. Um onkur tørvar flutning til og frá VB húsinum, so verður viðkomandi biðin um at ringja til Miðlatún á telefon 239390.


Deil á facebook