
Vágs Kommuna á grønari leið
Vágs Býráð samtykti á býráðsfundinum mánakvøldið 28. novembur 2022 fíggjarætlanina fyri 2023 við 2.
viðgerð.
Úr allari rúgvuni eru avsettar 1. 5 millión kr sett av grønt orkuskifti.
Umframt dagførðingar til okra bygningar og stovnar í 2023, vilja okur eisini, at allir bygningar og stovnar
hjá Vágs Kommunu hava eitt orkuskift tey komandi árini.
Vágs Kommuna skal raðfesta væl meira til grønt orkuskifti tey kommandi árini og eisini innan bjálving til
allar okra bygningar og stovnar.
Hettar er eisini nakað sum núverandi býráðssamgonga, leggur stóran dent á og vil fremja í verki, sigur Levi
Mørk, formaður í mentamálanevndini hjá Vágs Kommunu.
Vágs Kommuna vil ganga undan við grønum orkuskifti tey kommandi árini og okur byrja við at seta 1,5
millión av á fíggjarætlanini fyri 2023. Okur byrja við grønum orkuskifti til Páls Høll, har 1,3 millión eru settar av. Somuleiðis verður ein nýggj orkuskipan longu gjørd til nýggja tilbygningin hjá dagstovninum Eikilund.
Í næstum verður politiskt raðfest hvør bygningur ella stovnur hjá Vágs kommunu, sum verður næstur í
røðini, til eina meira grøna leið.
Jeg kann enda við jólasøguni um okra egnað jólatræð, sum nú er gróðursett, har Vágs kommuna eisini
gongur á odda við at minka um CO2 útláti og er enn meira burðadygd, sigur Levi Mørk, formaður í
mentamálanevndini hjá Vágs kommunu at enda.