TT

Verkstova til vinnurekandi í Vági

12.10.2022

Vágs Kommuna skipar fyri verkstovu tann 16. november. Verkstovan er ætlað vinnurekandi og starvsfólkum hjá fyritøkum í Vági. Verkstovan er ókeypis, men krevur tilmelding.

Á verkstovuni Soleiðs fært tú gongd á sølu á netinum undirvísur Jákup Brúsá. Um verkstovuna sigur Jákup.

Kom og lær hvussu tú byggir ein nethandil, og hvussu tú fært fólk inn í nethandilin. Vit hyggja eftir hvat tú skalt hugsa um, tá tú byggir ein nethandil, og hvørji amboð eru góð fyri at marknaðarføra tín handil á netinum – tað verið seg um tú selur í Føroyum ella til útlandið. 

Verkstovan er bæði til tey, ið longu eru komin í gongd við at selja á netinum, og til tey, ið hugsa um at tveita seg út í tað.

Vit tosa um hvat tú skalt hugsa um áðrenn tú fert í gongd, hvussu tú kanst optimera nethandilin til at selja, hvussu tú fært fólk inn á tín nethandil (hvar eru kundarnir?) og hvussu tú fært trúðfastar kundar, ið koma aftur at keypa.

Talan er um ein seinnapart, ið byrjar kl. 12:00 við súpan. Síðan verður undirvísing, har møguleiki er at spyrja spurningar og sparra við onnur. Kaffi og kaka er eisini á skránni, og vit enda kl. 16.00.

Verkstovan er, sum sagt ókeypis, men tilmelding krevst, so matur og drekkamunnur kann bíleggjast. Verkstovan er 16. november í Garðslon. Byrjað verður klokkan 12.00 og er væntandi liðug klokkan 16.00. Vágs Kommuna bjóðar luttakarunum suppu klokkan 12 og á verkstovuni verður eisini ein drekkamunnur.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til info@vagur.fo. Seinasta freist at melda fyritøku ella starvsfólk til verkstovuna er 14. november klokkan 12.00.

 

Um undirvísaran
Jákup Brúsá hevur hjálpt nógvum fyritøkum við ráðgeving um strategiska nýtslu av talgildum miðlum. Hann hevur drúgvar royndir við sosialum miðlum, search marketing, tilrættislegging av kampagnum og at framleiða innihald til heimasíður, sosialar miðlar o.a. Hann hevur við sínum toymi bygt nógvar føroyskar nethandlar og hjálpt teimum at marknaðarføra seg á netinum.


Deil á facebook