TT

Fleiri seglbátar inni í summar

29.06.2022

Í vikuskiftinum lógu fimm seglbátar við kei. Talan var um seglbátar úr eitt nú New Zealandi, men við manning frá Skotlandi. Hesir bátar fara so víðari norðureftir til hinar oyggjarnar.

Í summar hava 18 seglbátar lagt at í Vági og væntandi koma enn fleiri teir næstu mánaðirnar.

Manningin á bátunum nýttu møguleikan at fara á Jóansøku, og eftirmeldingarnar í Miðlatúni frá hesum útlendingum eru sera góðar.


Deil á facebook