
Vágs Kommuna bjóðar vinnurekandi til kaffiprát
12.01.2022
Fríggjamorgun 21. januar kl.10.00 bjóðar Vágs Kommuna vinnurekandi í Vági til kaffiprát í Miðlatúni.
Endamálið við átakinum er at styrkja samskiftið við og í lokala vinnulívinum. Framyvir kemur Miðlatún við jøvnum millumbili at bjóða vinnuni til morgunkaffi og netverkan, so tað framhaldandi verður virkað fyri menning og framburði í Vágs Kommunu.
Øll vinnurekandi í Vágs Kommunu eru hjartaliga vælkomin, og bjóðar Vinnu- og Havnanevndin kaffi og kaku fyrstu ferð.