TT

Leys størv

Vágs Kommuna er í støðugari menning. Hetta hevur við sær, at kommunan javnan hevur leys størv, sum lýst verður her á. 

Í løtuni er 2 størv leyst at søkja.

  • Námsfrøðingur
  • Reingerðarfólk til Vágs skúla

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið hjá Vágs Kommunu

Vágs Kommunu søkir eftir námsfrøðingum at starvast millum 30 - 35 tímar um vikuna, at byrja í januar 2024. Lesið meira um starvið og hvussu tú kanst søkja starvið við at trýsta á leinkið Søk her. Freistin at søkja er 6. desembur 2023.

Søk her

Reingerðarstarv

Vágs kommuna søkir eftir reingerðarfólkið. Talan er um starv í Vágs skúla áleið 15 tímar um vikuna at byrja 03. januar 2024. Reingerð í Vágs skúla ferð fram eftir skúlatíð. Starvið er tímalønt samsvarandi sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Freistin at søkja er 13. desembur 2023.

Søk her

 

Sjálvboðin umsókn

Vágs Kommuna er altíð áhuga at frætta frá fólki, sum kundu hugsa sær at starvast hjá kommununi, gjørt verkætlanir ella komi í starvsvenjing. Send sjálvbodna umsókn til Vágs Kommunu við at útfylla teigarnar niðanfyri.

Tá søkt verður, verður samtykt givin um, at Vágs Kommuna kann varðveita og viðgera upplýsingarnar, lívsrensl og onnur skjøl, sum latin vera okkum umvegis sjálvbodnu umsóknina,.