TT

Samstørv og vinarbýir

Vágs kommuna hevur víttfevnandi samstarv við allar kommunurnar í Suðuroy, sum eitt nú fevnir um Bú- og heimatænastuna í Suðuroy og barnaverndartænastuna. Vágs kommuna er eisini limur í interkommunalu felagsskapunum IRF og SEV, og er eisini limur í Kommunufelag Føroya. Vágs Kommuna er eisini stólt av at verða samstarvsfelagi við Fólkaheilsustýrið og ABC átakið.

Kommunufelagið

Kommunufelagið røkir áhugamálini hjá kommununum mótvegis lands- og ríkismyndugleikum við at luttaka í arbeiðsbólkum, har mál, sum hava við kommunurnar at gera, eru til viðgerðar. Starvsfólk Kommunufelagsins ráðgeva og vegleiða kommunalpolitikarum og kommunalum starvsfólkum í almennum spurningum eins og í ivamálum.

Meira kunning á www.kf.fo

IRF

IRF er ein interkommunalur renovatiónsfelagsskapur, sum allar kommunur í Føroyum, við undantaki av Tórshavnar kommunu, eiga og reka í felag. Virksemið hjá IRF fevnir um øki hjá teimum 28 limakommununum í felagnum.

Virksemið hjá IRF fevnir um:

  • Innheintan av húsarhalds – og virkisburturkasti
  • Endurvinningarhøll
  • Móttøkuhøll
  • Brennistøð
  • Reinsitænastu
  • Oljureinsiverk
  • Handfaran av serliga dálkandi burturkasti
  • Móttøku- og tyrvingarpláss í Trøllavík í Suðuroy
  • Jarnendurnýtslu á Gjánoyri í Norðstreymoy
  • Bilvrakpláss í Klaksvík, Sandoy og Suðuroy
  • Bilverkstaður í Klaksvík

Meiri kunning á www.irf.fo

SEV

Elfelagið SEV er interkommunalur felagsskapur, sum allar kommunur í Føroyum eiga, og tí allir føroyingar eiga.

SEV er skipað sum lutafelag við partafelagslíknandi aðalfundi, nevnd og dagligari leiðslu.

Hvør limakommuna verður umboðað á aðalfundinum við eini fulltrú, og atkvøðurætturin samsvarar íbúgvaratalinum í kommununi. T.v.s. at ein atkvøða er fyri hvørt byrjað 1000 íbúgvaratal.

Í nevndini sita sjey limir, ein úr hvørjum av hesum økjum: Norðoyggjum, Eysturoy, Sundalagnum/Norðstreymoy, Vágum, Suðurstreymoy, Sandoy og Suðuroy. Hvørt øki sær velur ein nevndarlim og ein varalim. Nevndin skipar seg sjálv.

 

Meiri kunning á www.sev.fo

ABC og Fólkaheilsuráðið

Vágs kommuna var ein av fyrstu samstarvsfeløgunum hjá Fólkaheilsustýrið í ABC verkætlanini fyri sálarliga heilsu. 

Hvat er so ABC?

ABC fyri sálarliga heilsu er ein sálarliga heilsufremjandi ætlan, ið roynir at fáa einstaklingin at fara í gongd við at røkja og fremja sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum. Ein týðandi partur snýr seg eisini um at skapa karmar fyri trivnaðarfremjandi virksemi í samstarv við feløg, kommunur og stovnar.

Virkin Vágur

Virkin Vágur var eitt av størri tiltøkunum, har Vágs kommuna tók ABC við og vísti á týdningin um kroppsliga og sálarliga heilsu. 

Meira kunning um ABC fæst á www.folkaheilsa.fo.

Vágs kommuna hevur vinarbýarsamstarv við kommununa Sandgerðisbær í Íslandi.

Sandgerðisbær (Sandgerði)