TT

Reingerðartænastan 67+

Reingerðartænastan er ætlað borgarum, sum eru 67 ár ella eldri, og sum búgva í egnum heimi. Tankin við tænastuni er at hjálpa borgarum, sum ikki eru førir fyri sjálvir at gera reint.

Reingerðartænastan fevnir um viðlíkahaldsreingerð, tvs. støvsúgving og vask av gólvum og baðirúmi. Høvuðsreingerð er ikki við, men um tað er neyðugt áðrenn tænastan kann setast í verk, so fær borgarin boð og rindar kostnaðin fyri reingerðina. Reingerðartænastan verður veitt í styttri ella longri tíðarskeið.

Treytin er, at viðkomandi ikki er førur fyri at gera reint sjálvur, og ikki býr saman við persóni, sum er yvir 18 ár og kann gera reint. Vágs Kommuna ger av, hvør hevur rætt til reingerðar-tænastuna. Reingerðar-tænastan verður bert veit til ein persón í hvørjum húsarhaldi.

Kostnaður

Tað kostar borgaranum 265 kr. fyri hvørja reingerð. Tá hevur Vágs Kommuna goldið helvtina av kostnaðinum til reingerðar-fyritøkuna. Reingerðin svarar til tveir arbeiðstímar og gjørt verður reint triðju hvørja viku.

Í reingerðartænastuni kann borgarin sjálvur gera av, hvønn veitara viðkomandi ynskir. Avtala er gjørd millum Vágs Kommunu og reingerðar-fyritøkurnar í Vági.

Oyðublað

Til ber at søkja um reingerðartænastu við at útfylla oyðublað. Niðanfyri fæst oyðublaðið talgilt og í PDF-útgávu. Tað ber eisini til at fáa oyðublaðið á kommunuskrivstovuni.

Vitjanartænastan hjá Reyða Krossi

Øllum stendur í boði at fáa vitjan frá vitjanartænastuni hjá Reyða Krossi. Í oyðublaðnum til reingerðartænastuna ber til at boða frá, um viðkomandi ynskir vitjan. Les meira her.