TT

Tiltøk í Miðlatúni í viku 43 antin útsett ella avlýst

26.10.2021

Tiltøkini sum skuldi verða í Miðlatúni hesa vikuna, viku 43, eru antin útsett ella avlýst orsaka av økta smittuvandanum. Talan er um hesi tiltøk:

  • Fyrilesturin um foreldraleiklutin í hesum talgildu tíðum, sum skuldi verða í týskvøldið, er fluttur til 11. november.
  • Stroyming frá Aarhus Universitet, sum skuldi verða í týskvøldið, er avlýst.
  • Listaframsýningin og innsamlingin til Sjúklingahotellið Tórshavn, sum skuldi verða ónsdagin, er flutt til 10. november.
  • Halloween familjutiltakið Skera graskar, sum skuldi verða tórsdagin, er avlýst.

Miðlatún og býarbókasavnið er opið sum vanligt.

 


Deil á facebook