TT

Ókeypis plantupakki til borgarar í Vági

10.04.2026

Vágs Kommuna bjóðar borgarum ókeypis plantupakka. Í pakkanum eru tríggjar plantur.

Húsarhald í Vági fáa møguleika at ogna sær plantupakka frá kommununi. Niðanfyri ber til at skriva seg á lista til plantupakkan. Talan er um avmarkaða nøgd, og tí er bert ein pakki til hvørt húsarhald.

Í plantupakkanum eru:

Tasmansk fjallamynta (Prostanthera cuneata): Lágur, veturgrønur runnur. Smá bløð, ið hava góðan anga av myntu. Heilt ljósabláar blómur í juni. Tolir nakað av skugga, men blómar best í góðum sólargangi. Egnar seg væl sum kantplanta á grótlaðingum og í skráum.

Hebe – Hebe ‘Cockayniana’: Lágur, tættvaksin og veturgrønur runnur. Nógvar hvítar blómur tíðliga á sumrinum. Rættiliga harðfør.

Rósumyrta (Leptospermum humifusum): Miðalhøgur veturgrønur ella hálvveturgrønur runnur. Kann skerast til lítið træ. Smáar, hvítar blómur. Smávaksin, leðurkend bløð, brúngrøn á liti. Skal helst hava lívd fyri høgættini.

Plantupakkin kann heintast uttanfyri Miðlatún frá týsdegnum 14. apríl.

Skriva teg upp til plantupakkan við at trýsta á hetta leinkið.


Deil á facebook