TT

Nú er tíðin, har man kann søkja NORA um stuðul

18.09.2024

NORA sóknast eftir umsóknum, sum eru nýskapandi og nýhugsandi, og eru við til at fremja burðardygg samstørv millum NORA-londini. Hetta er eitt samstarv millum Grønland, Ísland, Føroyar og Strandanoreg. Vágs Kommuna hevur í fleiri umførum samstarvað við NORA. Lesið meira um samstarvið her (link til: https://vagur.fo/samstorv).

NORA játtar stuðul til samstarvsverkaætlanir, har í minsta lagi tvey av teimun fýra NORA-londunum eru við. Felags fyri verkaætlanirnar er, at tær skulu verða í tráð við aðalmálið hjá felagsskapinum, sum er: lívfeingisbúðskapur (bioøkonomi), burðardygg ferðavinna, ringbúðskapur (cirkulær økonomi), flutningur, orka ella nærumhvørvi.

Freistin at søkja er 7. oktobur 2024 á midnátt. Øll kunnu søkja, bæði fyritøkur, almennir stovnar og privat. Um tú umhugsar at søkja, so hevur NORA eitt webinar hósdagin 19. Septembur kl 10.00, har tey vegleiða um, hvussu man søkir, sí leinki her. Um tú hevur tørv á sparring í samband við møguliga umsókn um stuðul frá NORA, so kanst tú venda tær til Miðlatún.


Deil á facebook