TT

Avgreiðið brævatkvøðu til kommunuvalið

16.07.2024

Týsdagin 12. novembur 2024 verður kommunuvalið. Veljarar, sum ikki kunnu møta persónliga á valstaðnum og greiða atkvøðu, kunnu atkvøða við brævi.

Borgarar í Vágs kommunu, sum ikki vænta at vera heima á valdegnum, t.d. sjófólk og borgarar staddir uttanlanda, kunnu frá 16. juli 2024 greiða atkvøðu við brævi til komandi kommunuval.

Bogarar, sum ikki fáa møtt á valstaðnum vegna sjúku o.l. kunnu lata atkvøðuseðilin inn í fyrsta lagi eina viku undan valdegnum. Í hesum føri skal borgarin boða Vágs Kommunu frá og síðani koma tvey umboð heim til borgaran, har atkvøðan verður greidd.

Brævatkvøður kunnu greiðast í Miðlatúni. Miðlatún er opið mánadag til fríggjadag millum klokkan 10.00 og 16.00 og leygardag millum klokkan 10.00 og 14.00.

Nærri kunning um kommunuvalið kann lesast her.


Deil á facebook