TT

Upplatingartíðir hjá Vágs Kommunu

12.07.2024

Í summar er kommunuskrivstovan stongd eitt ávíst tíðarskeið, tó ber til at avgreiða viðurskiftir og fáa samband við Vágs Kommunu í borgaratænastuni.

Frá mánadegnum 15. juli og fram til fríggjadagin 12. august er kommunuskrivstovan stongd. Tó ber til hjá borgarum og øðrum at fáa fatur á Vágs Kommunu við at venda sær til borgaratænastuna, sum liggur í Miðlatún. Í hesum tíðarskeiðið svarar telefonin og telduposturin hjá kommununi sum vanligt, og starvsfólk í fyrisitingini hjá kommununi eru til staðar í Miðlatúni.

Í summar er Miðlatún opið soleiðis: Mánadag - fríggjadag: 10.00-16.00 og leygardag: 10.00-14.00.

Vágs Kommuna ynskir øllum eitt gott summar.


Deil á facebook