TT

Starlight aftur á Ljósfest

27.05.2024

Tá Ljósfest verður vikuskifti 16., 17. og 18. august, fer bólkurin Starlight aftur á pallin. Teir spæla leygardagin 17. august 2024.

Starlight bergtók øll á Ljósfestini seinast, ein skuldi trúð at teir ikki høvdu gjørt annað enn at spælt tónleik - síðani teir vóru í hæddini í sjeyti- og áttatiárunum. Teir hava tó verið saman á palli til okkurt serstakt høvi seinnu árini og so á Ljósfestini seinast.

Starlight byrjaði í 1979

Starlight byrjaði í 1979, og spældi nógv til dans kring landið í áttatiárunum. Teir spældu rock- og popptónleik og vóru væl fagnaðir kring landið, og í 1981 vunnu teir heitið sum ársins tónleikabólkur. Fleiri av teimum, ið mannaðu bólkin, hava verið virknir innan tónleik síðani.

Bólkurin hevði skiftandi manningar, men til dømis hava hesir mannað bólkin millum ár og dag: Jón McBirnie, Johan Martin Jacobsen, Fróði við Kvíggjá, Kári Lisberg, Sámal Samuelsen, Fimmboði Lisberg, Jóannes Petersen, Pól Beder, Marner Jacobsen og Jákup Hansen. Seinni hava eisini Pauli Hansen og Bjarni Lisberg verið við.

Á Ljósfestini seinast var manningin hendan: Kári Lisberg, Sámal Samuelsen, Fimmboði Lisberg og Johan Martin Jacobsen.

Okur gleða okum at hoyra Starlight aftur til Ljósfestina í Vági.

Umframt Starligt, eru hesu nøvnini avdúkaði inntil víðari til Ljósfestina: Marius Ziska, Janus Wiberg, Ronnie og Maria og Vestmenn.


Deil á facebook