TT

Flaggdagshald í Vági

22.04.2024

Tórsdagin 25.apríl kl 15.30, verður flaggdagshald við Minnisvarðan í Vági. Erhard Joensen, politikari og vinnulívsmaður, heldur røðu.

Ljómur luttekur við sangi og felagssangi og skótar og úlvar ganga skrúgongu.

Skrúgongan fer frá Skótahúsinum og oman til Minnisvarðan kl 15.15.

Skótarnir verða bidnir um at møta í Skótahúsinum kl 15.00.

Aftaná eru øll vælkomin til ein drekkamunn í Miðlatúni.


Deil á facebook