TT

Fyrstuhjálp, lívbjarging og fyribyrging á dagstovnaøkinum

13.04.2024

Tað hevur stóran týdning fyri Vágs Kommunu, at starvsfólk á dagstovnaøkinum eru væl ílatin til tær mongu og fjølbroyttu uppgávurnar, sum eru, tá arbeitt verður við børnum og ungum. Hetta verður tryggjað m.a. við førleikamennandi skeiðsvirksemi og luttøku í fyribyrgjandi tiltøkum.

Øll starvsfólk á ansingarøkinum til fyrstuhjálparaskeið

Tórsdagin vóru øll starvsfólkini á dagstovnaøkinum á uppfylgjandi fyrstuhjálparaskeiðið við hjartastartara. Skeiðið skal tryggjað, at starvsfólkini kunnu veita lívbjargandi fyrstuhjálp. Skeiðið varð fyriskipað í Skúladeplinum í Hovi, og hevði skeiðið við sær, at starvsfólkini hava endurnýggjað fyrstuhjálparaprógvini.

Lívbjargaraskeið í Páls Høll

Frammanundan fyrstuhjálparaskeiðnum, so hava starvsfólk eisini verið á lívbjargaraskeiðið í Páls Høll. Lívbjargaraskeiðið tryggjar, at starvsfólk kunnu fara í Páls Høll at svimja við dagstovnabørnum. Svimjingin í Páls Høll hevur stóra gleði millum børnini í dagstovnaøkinum.

SSP-tiltakið Ung og lívið

Tórsdagin skipaði SSP fyri einum væleydnaðum og gevandi tiltakið í SALT. Tiltakið æt Ung og lívið og vendi sær til næmingar í 7. flokkunum í Suðuroy. SSP stendur fyri sosiali myndugleikin, skúlin og politiið.

Ungdómshúsið í Vági (UDB) luttók á tiltakinum, saman við hinum ungdómshúsunum, fólkaskúlunum, barnaverndartænastuni, løgregluni og Bláa Krossi, umframt aðrar tænastur, sum venda sær til børn og ung í oynni. Meira sæst her.

Visti tú av?

Á heimasíðuni hjá Vágs Kommunu, undir snarvegir á forsíðuni, sært tú yvirlitið yvir hjartastartararnar í Vági (og í Føroyum).


Deil á facebook