TT

Fyrsta uppskot til fíggjarætlan fyri 2023

27.09.2022

Á býráðsfundi mánakvøldið, var 1 uppskot til fíggjarætlan 2023 einmalt samtykt. Fíggarjætlanin er ein framskriving av teimun fyrstu 7 mánaðum, her eru ongar íløgur lagdar inn, men bara raksturin av Vágs Kommunu. Fyrsta uppskotið er gjørt við sama skattaprosenti og barnafrádrátti sum í 2022 (21,50% og 6.000 kr.) Taks hevur mett, at Vágs Kommuna fær eitt sindur meir inn av persónsskatti komandi ár. Fyri 2022 metti Taks, at Vágs Kommuna fekk 44 mill kr í persónsskatti og fyri 2023 væntar Taks, at persónsskatturin verður 46,7 mill kr.

Fyrsta uppskot vísur eitt RLÚ á 10.659 mió kr. samlaðar útreiðslur á 60.268 mió kr. og samlaðar inntøkur á 71.202 mió kr.


Deil á facebook