Hjarnar koma aftur til Ljósfestina í Vági
Í fjør vóru teir eisini við á Ljósfestini í Vági, har teir verðuliga setti lív í áskoðarfjøldina.
Ljósfestin endaði nemliga við einum braki í fjør, har Hjarnar setti eitt virðiligt punktum, eftir at fleiri tónleikanøvn høvdu verið á pallinum. Tí hava okur valt, at teir vera við aftur til Ljósfestina í ár.
Hjarnar hava havt mong hittini gjøgnum ár og dag og útgávurnar eru hesar:
LP
1984 - We Come for You
1995 - Hjarnar
Single
1977 - Bad Dream
1982 - Into the Night / Breaking My Heart
Eru við á hesum útgávum
1997 - Kom nú lítli mín
1996 - Rópið á skuggarnar
Uppsamlingsfløgur/plátur
1998 - Tólvti maður
1999 - Gullfløgan
1999 - Komið øll við
1999 - Tutl 2000 – Rock/Pop
2000 - Best í Føroyum
2006 - Popp List 5
Forsangarin Karl Martin Samuelsen, er eisini kendur frá m.a tónleikabólkinum Joka, sum hava 2 útgávur á baki.
Har fleiri av sanginum av Joka 1 og Joka 2 gjørdis landaplágur m.a “ Tarvatrøllið “ “Barnið “ og sangirnar eru framvegis at hoyra við jøvnum millumbili.
Í fjør á Ljósfestini spældi Hjarnar egnar sangir og fleiri av kendastu Joka sangum til stóra gleði fyri áskoðarfjøldina.
Manningin hjá Hjarnar í dag, eru nærum tann sama, sum hon hevur verið øll árini teir hava spælt.
Manningin er henda til Ljósfestina:
Karl Martin Samuelsen (sang)
Jógvan Olsen (keyboards)
Hans Black (trummur)
Eyðun Nolsøe (bass)
Ólavur Øster (guitar)
Okur gleða okum til Ljósfestina leygarkvøldi 13. august, har Hjarnar aftur fara at rokka í miðbýðnum í Vági.