TT

Súkklan hjá Høgna

09.12.2021

Í gjárkvøldið var ein hugnalig løta í Miðlatúni, har Høgni Mohr og Dagfinn Olsen tosaðu um tekstasavnið ”Grøðandi greinir” og skaldskapin hjá Høgna. Hjalmar og Dagfinn gjørdu løtuna eitt sindur hugnaligari við góðum tónleiki.

Súkklan og Høgni vóru í 2016 í øllum oyggjum og bygdum í Føroyum. Ferðin hjá Høgna og súkkluni byrjaði leygarmorgunin 9. juli og endaði onskvøldið 12. oktober 2016. Teinurin var tilsamans 1.300 km. Lítil ivi er um, at hetta er fyrsta súkkla, sum hevur verið í øllum oyggjum og bygdum í Føroyum.

Høgni hevur latið súkkluna til Vágs kommunu og stendur hon í Miðlatúni fram til ársskiftið.


Deil á facebook