TT

Ungdómshúsið verður dagført

04.12.2021

Ungdómstilboðið í Vágs Kommunu, Ungdómshúsið í Vági, er sera vælvitjað, og talið av vitjandi er vaksið nógv síðstu árini. Vøksturin í Ungdómshúsinum kemst av økta virkseminum og vaksandi fólkatalinum í Vágs Kommunu. Býráðið í Vágs Kommunu hevur raðfest í fíggjarætlanini, at Ungdómshúsið skal dagførast í 2022.

Tað, at talið av vitjandi og virksemið í Ungdómshúsinum er økt munandi, er gleðiligt. Vágs Kommuna ynskir, at hesin vøkstur skal halda fram og vil tryggja, at Ungdómshúsið hevur góðar karmar at taka ímóti ungdómunum, sigur sigur Levi Mørk, formaður í barna- og ungdómsnevndini.

Dagføringin av Ungdómshúsinum er ein liður í at betra um korini hjá barnafamiljum í Vági. Umframt, at Ungdómshúsið verður dagført, verða íløgur gjørdar í barnagarðin Eikilund og Vágs Skúla.


Deil á facebook