TT

Vágs Havn

Bryggjan 5, 900 Vágur

Ferðafólkaskip

Vágs Havn hevur hevur góðar umstøður at taka ímóti ferðamannaskipum – við tveimum aløgubryggjum, sum eru ávíkavist 86 metrar við 10 metrar dýpi og 130 metrar við7 metrar dýpi.

Ferðafólkaskip leggja at í hjartanum í Vági - bryggjan er 400 metrar frá miðbýnum. Vitjandi við skipum kunnu ganga frá bryggjuni ella fara í bus, um ynski er til tess.

Ein burðardygg vitjan

Í 2022 byrjaði Vágs Havn at fyrireika seg til at fáa ferðafólkaskip á vitjan. Í samband við fyrireikingarnar, so menti havnin, saman við kunningarstovuni, ein leist, har dentur er lagdur á burðardygd til frama fyri lokaløkið - sosialt og umhvørvisligt. Leisturin leggur eisini upp til, at vitjanin hjá ferðafólkunum gerst enn meira minnisrík.

Kunning og fyriskipan

Kunningarstovan í Vági samstarvar við Vágs Havn í samband við ferðafólkaskip. Kunningarstovan kann vegleiða vitjandi og geva kunningarfaldarar. Kunningarstovan liggur nærhendis Vágs Havn. Kunningarstovan kann fyriskipa og gera vitjanina í Vági heilt serliga við denti á burðardygd fyri lokaløkið og minnisríka fyri tey vitjandi.

Samband

Visit Suðuroy

Vágsvegur 57, 900 Vágur

Telefon: 23 93 90

T-postur: info@vagur.fo

Upplivingar

Vágur hevur eina serliga náttúru, sum gevur vitjandi góðar upplivingar. Nevnast kann Vágseiði, Eggjarnar, Rávuna, Í Botni, Ryskivatn og onnur. Eisini nærhendis Vág er Lopranseiði, Akraberg, Beinisvørð, Kirvi, osv.

Tað eru so eisini fleiri mentanar- og frítíðar upplivingar, sum Ruth Smith savnið, Biskupkelda, Vágs Kirkja, Johanna TG 326, Sluppsavnið, osv.  

Vágs Havn miðar eftir at vitjandi fáa eina góða móttøku, við at bjóða siðvenju føroyskum dansi og onnur mentanar átøk. Ferðaleiðirnar taka ímóti vitjandi og eru eyðkend við Ask Me fjalsstavinum.

Býarkortið
Samband

Vágs Havn: port@vagur.fo

Ferðafólkaskip: cruise@vagur.fo

Vitja Vág

Limir í Cruise Europe

Í 2023 gjørdist Vágs Havn limur í felagsskapinum Cruise Europe. Cruise Europe er ein felagsskapur og eitt netverk fyri evropeiskarhavnir, sum arbeiða við ferðafólkaskipum. Felagsskapurin varð stovnaður í 1991 og í dag eru umleið 140 limir frá 20 ymiskum londum. Les meira um Cruise Europe her og síggj tíðindaskrivið, tá Vágs Havn gjørdist limur her.

Faldarin til ferðafólkaskip

Les okkara faldara, sum er ætlaður ferðafólkaskipum. Faldarin vísir á hentleikar og tænastir, ið Vágs havn bjóðar. Faldarin lýsir eisini ferðavinnu tænastir, upplivingar og meira, sum ferðafólk kunnu fáa, tá tey vitja Vág.

Les faldaran her.

Komandi vitjanir

Ocean Albatros

Albatros Expiditions

Faroe Ship

GreenGate

28. mai 2025

Ocean Endeavour

Adventure Canada

Faroe Ship

26. juni 2025

Seabourn Venture

Seabourn Cruise Line

Tor Shipping

9. juli 2025

Deutschland

Phoenix Reisen

Tor Shipping

30. juli 2026

Farnar vitjanir

Ocean Endeavour

Adventure Canada I Enjoy I Faroe Ship

27 Juni, 2023 

13.00 - 19.00

Ocean Endeavour

Adventure Canada I Faroe Ship

25 Juni, 2018 

08.00 - 17.00