
Eikilund og Sóljan lata upp aftur
09.06.2024
Týsmorgunin lata Eikilund og Sóljan upp aftur.
Arbeiðarafeløgini hava givið dagstovnunum undantaksloyvir til reingerð og burturbeining av ruski. Undantaksloyvini gera, at Eikilund og Sóljan lata uppaftur. Hesir stovnar hava verið stongdir síðani 21. mai orsakað av verkfallinum.
Hóast undantaksloyvir eru givin, so eru dagstovnarnir enn ávirkaðir av verkfallinum. Nærri kunning kemur umvegis foreldranetið til foreldrini hvussu virksemi kemur at vera í Eikilund og Sóljuni.