Borgarstjórin og formaðurin heilsaðu uppá nýggja kommunulæknan
08.06.2024
Í gjár heilsaðu borgarstjórin og formaðurin í sosialu- og heilsunevndini uppá nýggja kommunulæknan.
Tann fyrsta juni byrjaði Dávið Guðnason í førstum starvið, sum kommunulækni á heilsumiðstøðini í Vági. Og nú Dávið formliga er byrjaður í starvinum, so vitjaðu borgarstjórin, Bjarni Johansen, og formaðurin í sosialu- og heilsunevndini, Magnus M. Hjelm, á heilsumiðstøðini.
Dávið, Bjarni og Magnus tosaðu um uppgávuna, sum Dávið skal loysa saman við hinum kommunulæknanum á heilsumiðstøðini, Dorrit Bech Joensen. Dávið er sera spentur uppá uppgávuna og kommunurnar, ið samstarva um heilsumiðstøðina gleða sjeg at samstarvað við Dávið.