TT

Marghøllin letur uppaftur

15.05.2024

Eftir at Marghøllin hevur verið stongd síðan februar 2023, er løtan komin har latið verður uppaftur.

Í morgin, tórsdagin 16. mai, klokkan 15.00-18:00 eru øll hjartaliga vælkomin í Marghøllina til ein kaffimunn, kaku og okkurt til børnini. Hoppiborgin stendur frammi.

Annars verður Marghøllin opin soleiðis um hvítusunnuna, har m.a. hoppiborgin stendur frammi.

  • Fríggjadagin, 17.mai: frá klokan 8:00-22:00
  • Leygardagin, 18.mai: frá klokkan 9:00-13:00
  • Hvítusunnudag, 19.mai: frá klokkan 9:00-22:00
  • 2. Hvítusunnudag, 20. mai: frá klokkan 9:00-13:00

Deil á facebook