TT

Vágs Kommuna bjóðar til vinnuprát

18.01.2023

Tórsmorgunin 26. januar 2023 klokkan 10.00 bjóðar Vágs Kommuna vinnurekandi í Vági til eitt prát í Miðlatúni.

Endamálið við vinnuprátinum er at styrkja samskiftið og samstarvið í millum tey lokalu vinnurekandi og kommununa. Eisini er høvið at netverka og styrkja sambond í millum tey vinnurekandi í Vági.

Øll vinnurekandi í Vágs Kommunu eru hjartaliga vælkomin, og bjóðar Vinnu- og Havnanevndin kaffi og kaku. Umboð frá Vágs Kommunu og býráðnum luttaka á vinnuprátinum.