TT

Virkin Vágur byrjar 1. februar

17.01.2023

Nú stundar til ársins heilsuátak í Vági – Virkin Vágur. Eins og undanfarnu tvey árini, so byrjar Virkin Vágur ónsdagin 1. februar og heldur fram allan februar mánað, og skráin verður fjøltátta og stór.

Virkin Vágur er afturvendandi heilsuátakið, sum Vágs Kommuna skipar fyri í samstarvið við fyritøkur, feløg og einstaklingar í Vági. Hetta er triðja árið, at Virkin Vágur verður fyriskipað. Og tankin við átakinum er hin sami; eitt heilsuátak fyri øll í ein heilan mánað. Í februar verður sostatt sjóneykan sett á heilsuna hjá borgarum í Vági og ljós varpa á tey mongu og ymisku tilboðini, sum eru í Vági.

Ynski við Virkin Vágur er, at øll kunnu luttaka – okur seta ikki krøv ella væntanir til hvønn einstakan. Okur vilja heldur, at hvør einstakur er virkin, soleiðis tað hóskar teimum, og at hesi gera Virkin Vágur til nakað, sum hóskar inn í gerandisdagin. Skráin og øll tilboðini í skránni stuðla so undir, at einhvør kann vera virkin ella virknari allan februar. Á tann hátt fær ein mest burturúr Virkin Vágur – bæði kropsliga og sálarliga, sigur Magnus Pauli West, samskipari.

Virkin Vágur er bygt á boðskapin í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsustýrinum (fyrr Fólkaheilsuráðnum);  ver virkin, ver saman, ver hugbundin.

Meiri kunning um skránna, ymsu kappingarnar og hvat meira verður á Virkin Vágur kemur, so hvørt februarmánið nærkast.