TT

Reyði krossur letur upp endurnýtslu handil í Vági

21.11.2022

Reyði krossur letur upp nýggjan endurnýtsluhandil á Gørðunum. Endurnýtsluhandilin fer at halda til í kjallarinum, har matvøruhandilin KEYP er, og inngongdin verður á sunnaru síðu.

Hetta merkir at endurnýtslan av lutum hjá Vágs Kommunu letur aftur. Borgarar, sum vilja lata lutir til endurnýtsluna, skulu framvegis seta lutir í endurnýtslubingjuna, sum stendur vestanfyri bingjuplássið yviri á Oyrunum.

Ætlanin er at skipað viðurskiftini ørðvísi, við at ein bingja verður sett upp í Garðatuni, har borgarar kunnu lata lutir til Reyða kross. Vágs Kommuna lýsur við hesum, tá byngjan er sett upp í Garðartúni.

Endurnýtslu handilin hjá Reyða krossi letur upp fríggjadagin. Nærri kunning um upplatingina kemur frá Reyða krossi.