TT

FabLab leitar eftir tær, sum brennir fyri nýskapan og tøkni

01.11.2022

Í FabLab Vágur miða okur eftir at økja um brúki av tøkni, talgildari framleiðslu og sniðgeving hjá útbúgvingarstovnum, virkjum, íverksetarum, listafólki og vanligum borgarum, ið brúka okra FabLab.

Okur bjóða
Sum starvsfólki í FabLab Vágur, verður tú partur av einum toymi saman við leiðslu og starvsfólki hjá Vágs skúla. Okur eru partur av menningarumhvørvinum hjá Vágs kommunu, við serligum atliti til at skapa virði fyri borgarar, vinnulív og útbúgvingarstovnar, gjøgnum nýskapan og skapanarevni. Tú hevur tilvísing til leiðaran av FabLab Vágur.

Tú fert eitt øðrvísi arbeiðsumhvørvi í kjallarahæddini í Vágs skúla, har FabLab heldur til. Her eru ríkiligir møguleikar at seta egið dám á arbeiðsumhvørvið, báði fysiskt og í menning av innihaldi og virki.

Uppgávur

  • At tú við tínum eldhuga kann kveikja børn og ung innan sniðgevan, tøkni og eksperimentum við vanligum, burðadyggum og alternativum tilfari.
  • Uppbyggja og menna elektronik-verkstaðið í okra FabLab við øllum, ið har til hoyrir.
  • Vera partur av okra open-lab og kvøldarvirksemi. T.d. opin tórsdagur í FabLab, har tú kemur at stýra virksemi fyri ungum og øðrum áhugaðum.
  • Viðlíkahald og dagføring av tøknini; dagligt viðlíkahald, árs-sýn av maskinum og fyrifallandi arbeiði.
  • Hjálpa við marknaðarføring av FabLab á sosialu miðlunum, og dagføra heimasíðu við tiltøkum og tíðindum.
  • Ráðgeva viðvíkjandi sniðgeving og framleiðslu av uttanhýsis uppgávum.
  • Vera við til at gera brúkaravegleiðingar, skeiðsevnir og avgreiða skeið fyri børn og ung, har dentur  serliga verður lagdur á tøkni, eksperimentir og skapanargongd.
  • Ad hoc- uppgávur.

Okur vænta, at tú

  • Er ein góður miðlari, ið kann greiða frá ætlanum við verkætlanum á ein máta, ið øll skilja, og uppá tann hátt kann kveikja onnur innan tøkni og sniðgevan.
  • Hevur skil fyri og áhuga í at arbeiða við elektronikki, LED og øðrum.
  • Er sinnað/ur at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir.
  • Hevur royndir innan samskifti á sosialum miðlum og at uppbyggja felagsskapir.
  • Kann seta teg inn í tøknina í FabLab og hvussu hendan kann brúkast í talgildari framleiðslu.
  • Dugur at arbeiða sjálvstøðugt, men kann eisini vera virkin í okra felagsskapi.
  • Hevur áhuga í, at framhaldandi at menna FabLab Vágur.

FabLab Vágur er viðurkendur av Fab Foundation. Okur samstarva við onnur FabLabs kring heimin, og at geva brúkarum atgongd til nýggjastu tøknina, so sum 3D prenting og laserskering.

Starvið verður ætlandi sett 1. desember 2022, ella eftir avtalu. Freistin at søkja er sunnudagin 13. november 2022 klokkan 12.00. Umsókn við lívrensl og avritum av prógvum skal sendast til vagur@vagur.fo. Spurningar um starvið kunnu vendast til Tinu Tausen, leiðara í FabLab, á telefon 239333 ella t-post tt0302x8@skulin.fo.

Arbeiðstíð og lønarviðurskifti
Starvið er sett til 20 tímar um vikuna við flex-tíð. Arbeiðstíðin er tá FabLab er opið, og annars í samráð við leiðaran. Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Kommunalaarbeiðsgevarafelagið og avvarandi yrkisfelag.