TT

Grøna orkuskiftið í Suðuroy ávirkar Páls Høll

21.09.2022

Í løtuni framleiðir SEV 100% grønan streym í Suðuroy, sum, í sjálvum sær, er sera jaligt og spennandi. Men hettar inniber samstundis, at Páls Høll ikki fær nokk av hita frá el-verkinum í Vági.

Brúsurnar í umklæðingarrúmunum eru kaldar og hyljarnir eru kaldari enn vanligt. Orsaka av hesum, so er avgjørt at Páls Høll er stongd í dag, 21. september.