TT

Navid O´lari kemur aftur til Vágs

20.09.2022

Tað gleðir okum at boðað frá, at Navid O´lari kemur aftur til Vágs 22. septembur. Í vár búði Navid í Vági, meðan í samband við eina verkætlan í FabLab. Hesuferð steðgar Navid í tveir mánaðir. Í oktobur er Navid bjóðaður til eina ráðstevnu í Íslandi, sum Articcircle.org heldur, har hann, sum høvuðstalari, skal fortelja um sínar upplivingar og royndir frá sínum uppihaldi í Vági. Eitt uppihald, sum varð møguligt umvegis inresidenceintheartic.com, har FabLab í Vági er royndarvertur.

Meðan Navid er her, er ætlanin er m.a. at undirvísa børnunum í Vágs skúla og hava verkstovur í FabLab í Vági. Harafturat kemur Navid eisini at leggja seinastu hond á Føroya fyrsta ”Escape Room, sum kemur at verða umborð á sluppini Johannu í Vági. Meira kunning um uppihaldið hjá Navid kemur á facebook síðuna hjá FabLab og heimasíðuna hjá Vágs kommunu vagur.fo.