Framsýning av myndum eftir Ellen Dahl

22.06.2022

Í samband við at Ella Dahl, sum hon vanliga varð nevnd, hevði blivið 115 ár tann 20. Juni í ár, verður myndaframsýning í Miðlatúni við myndum, sum Ella hevur tikið. Ella Dahl var sera virkin í næstan 60 ár, sum fotografur. 

Ella hevði eitt stórt myndasavn og allar myndirnar eru goymdar, og í dag eru tær talgildar. Tað er Rógvi Johansen sum hevur talgilt myndirnar.

Myndaframsýningin inniheldur ein lítlan partur av tí tilfarið, sum er eftir Ellu. Á framsýningini verða 330 myndir sýndar fram. Nógv av tilfarinum, sum er eftir Ellu, eru glasplátur. Nevnast kann, at glaspláturnar viga 1,3 tons tilsamans.

Myndaframsýningin letur upp tórsdagin 23. juni kl. 16.00 og er opin til kl. 18.00. Framsýningin stendur frammi til á Ólavsøku og er opin tá Miðlatún hevur opið. Leygardagin og sunnudagin á Jóansøku er myndaframsýningin opin frá kl. 17.00 til kl. 19.00.