Tíðindaskriv - Nú er hon her, appin um demens

16.05.2022

Alzheimerfelagið hevur keypt rættindini til at týða og almannakunngera eina app frá ”Videnscenter for demens”: Appin kann nýtast bæði á Android og iOS (iphone og ipad) og kann takast niður á App Store og Google Play.

Appin ”Demensur” er ókeypis at brúka og er ætlað øllum, sum arbeiða við umsorgan, stuðli og røkt av menniskjum við demenssjúkum. Hon er tøk á App Store.
Appin kann nýtast til:

  • førleikamenning ella sum stuðulsamboð í gerandisdegnum hjá starvsfólki og hjá avvarðandi
  • at eygleiða og at varnast likamligar og sálarligar broytingar
  • at finna loysnir á, hvat kann gerast í sambandi við likamligar og sálarligar broytingar
  • at fáa góð ráð til at fyrireika samstarvið við tey demenssjúku, avvarðandi teirra og starvsfelagar
  • at læra um demensfaklig hugtøk og at finna kunning um demenssjúkur

Felagið takkar fyri fíggjarligan stuðul, ið hesi hava veitt:

Megd, Hovs kommuna, Viðareiðis kommuna, Nes kommuna, Fugloyar kommuna,
Sands kommuna, Skúvoyar kommuna, Vágs kommuna, Hvalbiar kommuna,
Skopunar kommuna, Eysturkommuna, Tórshavnar kommuna, Hvannasunds kommuna.