TT

Ruddingardagurin – samvera og fríðkan

13.05.2022

Í morgin, leygardagin 14. mai verður árligi ruddingardagurin í Vágs Kommunu.

Í ár ætlar Vágs Kommuna at skipað dagin eitt sindur øðrvísi, enn undanfarin ár. Í ár verður lagt upp til, at ymsu býlingarnar rudda í nærumhvørvinum. Hendan leygardagin er eisini høvi hjá býlingunum at skipað dagin soleiðis, at nábúgvarnir kunnu vera saman áðrenn byrjað verður at rudda, meðan tað verður ruddað og eftir at tað er liðugt at rudda.

Vágs Kommuna vil gera sítt til, at borgarar í ymsu býlingunum kunnu verða saman, virknir og hugbundnir eina løtu. Í samráð við býlingarnar kemur kommunan út við handskum og ruskposum. Kommunan bjóðar eisini býlingunum frukt og vatn aftur fyri ómakin.

Vágs Kommuna heitur á býlingarnar í kommununi, um at seta seg í samband við teknisku deild, um tey ynskja at vera við í ruddingadegnum. Tilmelding er á vagur@vagur.fo ella við at ringja á telefon 663000. Í samband við tilmelding, so skal upplýsast áleið tal av luttakandi borgarum. Hetta er fyri, at kommunan kann útvega nokk av handskum, posum, frukt og vatni.

Allir luttakandi býlingar eru við í lutakastinum um eitt gávukort á 10 stórar pitsur frá Pizzakøkinum. Vinnandi býlingurin verður avdúkaður leygarmorgunin, 14. mai. Sostatt kunnu pitsurnar bíleggjast á ruddingardegnum.


Deil á facebook