Partíðarstarv í Páls Høll við góðari løn

12.05.2022

Páls Høll søkir eftir tær, ið vil hava parttíðarstarv sum lívbjargari í Páls Høll. Tú verður partur av einum toymi, sum hevur ábyrgd av trygd, reingerð og kundarøkt.

Starvið fevnir í høvuðsheitum um:

  • standa fyri trygdini í hylinum
  • reingerð av Páls Høll
  • avgreiðslu av viðskiftafólki
  • fyrireika ymisk tiltøk í Páls Høll

Harumframt kemur tú at hava fastar vaktir annaðhvørt vikuskifti - leygardag kl. 11:30 til 18:30 og sunnudag kl. 8:00 til 11.00 og aftur frá kl. 14:00 – 17:30. Møguleiki er eisini fyri meirarbeiði eftir nærri avtalu við leiðaran.

Okur vænta, at tú:

  • ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • dugur væl at samstarva, men kann arbeiða sjálvstøðug/t
  • vísur arbeiðssemi og nærlagni
  • hevur hug og hegni at samskifta og vegleiða viðskiftafólki
  • hevur góðar telduførleikar
  • dugur at halda gott reinføri

Harumframt skalt tú duga væl at svimja og skal standa lívbjargararoyndina.

Okur ynskja, at tú kanst byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur, um tú longu hevur staðið lívbjargararoyndina, hevur royndir innan reingerð og aðrar royndir frá líknandi arbeiði.

Løn og setanartreytir

Starvið er tímalønt í lønarflokkið 2 í sáttmálað millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, og liggur tímalønin á áleið 200,00 kr.

Umsókn og spurningar

Tú kanst senda umsókn og avrit av lívrensli og viðkomandi prógvum til vagur@vagur.fo. Freistin er 23. mai kl. 12.00.

Um tú hevur spurningar, so kanst tú venda tær til Jens Petur Brattalíð á telefon 28 50 00 ella Petry H. Mortensen telefon 73 30 08.