TT

Staðarnøvnini eru nú á alnótini

06.04.2022

Nú kunnu staðarnøvnini síggjast á almenna kortinum hjá Vágs Kommunu. Arnfinnur Thomassen og Arnfinnur Bjarkhamar hava arbeitt við at staðsett staðarnøvnini síðan november 2020.

Í juni 2021 var ein framsýning í Miðlatúnið, har almenninginum fekk høvi at koma við viðmerkingum og sínum ískoyti til staðanøvnini. Hetta arbeiði heldur tó fram, og nú staðarnøvnini er komin á alnótina, kunnu áhugaði senda inn viðmerkingar, søgur og staðarnøvn, ið er ikki komin við á korti enn. 

Søgurnar, ið eru knýttar at staðarnøvnunum og ið greiða frá, hví staðið er navngivið soleiðis, eru eftir at avgreiða. Hetta verður næsta stig á leiðini. 

Um man hevur viðmerkingar ella eitt ískoyti til staðarnøvnini, ber til at senda ein teldupost til leivur@vagur.fo 

Staðarnøvnini kunnu finnast her:

https://vags.kort.fo/