Niclas Heri verður á Virkin Vágur

11.01.2022

Í februar verður heilsuátakið Virkin Vágur og í hesum sambandi verða áhugaverdir fyrilestrar. Ein fyrilestur verður við Niclas Hera Jákupssyni. Fyrilesturin hjá Niclas Hera eitur Lívið er einsrættað – og onki verður endursent.

Um fyrilesturin sigur Niclas Heri.

Ein øðrvísi og kreativur fyrilestur um ferðina á lívsins vegi, sum kann vera avbjóðandi og trupul, men sum eisini er full av spennandi møguleikum og upplivingum. Fyrilesturin er alvarsamur og hugtakandi, men eisini jaligur og lívsjáttandi.

Fyrilesturin er almennur og verður í Miðlatúni týsdagin, tann 15. februar kl. 19.00.