Fleiri jólahjørtur eru komin á ynskitræið

24.11.2021

Í morgun eru fimm jólahjørtur afturat komin at hanga á ynskitrænum í Miðlatúni. Fyrstu fýra jólahjørtuni, sum vórðu hongd á træið, blivu tikin av trænum innan hálvan annan tíma. 

Hvørt jólahjarta er eitt ynski frá einum barni í Suðuroynni, og tað eruforeldur, avvarandi ella kenningar hava sent ynski til Loyniliga Nissuvinin. Alt er dulnevnt og bert Nissuvinurin veit, hvørji hesi børn eru.

Enn ber til at hjálpa

Veist tú um eitt barn í Suðuroynni, sum tú heldur átti at fingið eitt hjarta, so er at skriva eini boð á Facebook til Loyniliga Nissuvinin. Facebook vangin hjá Nissuvinunum er her.

Tey sum ynskja at hjálpa, kunnu koma inn í Miðlatún eftir eini stjørnu. Á stjørnunum stendur aldur, kyn og ynski, sum ikki er hægri enn 300 kr. Gávan skal latast inn aftur í Miðlatún.