TT

Jólasmátturnar í miðbýnum

24.11.2021

Jólasmátturnar hjá kommununi verða settar upp frammanfyri SEV-húsið og koma at standa uppi allan desember mánað. Tær báðar jólasmátturnar verða pyntaðar við jólaperum og koma at seta sín dám á jólahýrin í Vági, har ymisk jólasøla verður í desember.

Longu nú kann upplýsast, at 11. desember hevur nýggja bogaskjótifelagið í Suðuroy, Suður Skot, og Mikkjal á Løðhamri jólasølu. 14. og 15. desember hevur Ungdómshúsið jólasølu, og 18. desember hava Hvistan og Marianna Hammer jólasølu í jólasmáttunum.

Møguleiki er hjá privatum og øðrum feløgum at hava ymisa sølu og tiltøk í jólasmáttunum. Til ber, í vissan mun, at hava jólasølu saman við omanfyri nevndu ella á øðrum tíðspuntum í desember mánað, tá talan er um tvær smáttur.

Ynskir og fyrispurningar um jólasmátturnar skula sendast til Miðlatún á tel 23 93 90 ella t-post info@vagur.fo.


Deil á facebook