Fyrilestur um skýggjaráðini í ABC vikuni
Ónskvøldið í ABC vikuni verður fyrilestur við Gitte Klein um skíggjaráðini í Auluni í Vágs skúla.
Fyrilesturin við Gitte Klein, sum varð avlýstur í fleiri umførum orsaka av koronu í 2021, verður nú! Ónskvøldið 5. oktober kl. 19.00 hevur Gitte Klein, verkætlanarfólk í Fólkaheilsuráðnum, fyrilestur um nýggju skíggjaráðini. Fyrilesturin er partur av ABC vikuni, sum Vágs Kommuna skipar fyri.
Um fyrilesturin sigur Gitte;
Vit liva í eini tíð, har vit eru umgird av talgildum miðlum. Flytførið á skíggjunum og góða netsambandið ger, at vit hava atgongd til skíggjar allastaðni og alla tíðina. Tøknin hevur ment okkara samskiftis- og kunningarmøguleikar og arbeiðsgongdir. Skíggjar eru komnir fyri at vera, og tað merkir, at vit skulu avgera, hvønn leiklut skíggjar skulu hava í mun til okkara gerandisdag. Nógv bendir á, at ov stór skíggjanýtsla og skeiv skíggjanýtsla hevur negativa ávirkan á okkara trivnað og menning, og tí hevur Fólkaheilsuráðið gjørt nýggj skíggjaráð. Á fyrilestrinum verður komið inn á, hvussu skíggjanýtsla ávirkar okkum, og hví neyðugt er við skíggjaráðum.
Tað eru avmarkaði pláss til fyrilesturin og til ber at melda seg til fyrilesturin her.